Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Nýggjan mammograf til Landssjúkrahúsið

17/5/2011

Mammografur er eitt av tólunum, ið verða nýtt at kanna fyri bróstkrabba.

Sambært Marius Rasmussen, leiðandi yvirlækna á Røntgendeildini, fer hetta at broyta munandi um myndagóðskuna og veita sjúklingum skjótari og greiðari diagnostisering. Hann sigur, at hetta eisini er ein markering av, at Røntgendeildin við hesi útskifting nú arbeiðir digitalt, og at røntgenfilmar og myrkarúm fara í søguna.

Á myndini eru frá vinstru: John Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, Marius Rasmussen, leiðandi yvirlækni á Røntgendeildini, Ragna Reinert, røntgendeildin og Jákup N. Olsen, Krabbameinsfelagið.