Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Nýggjur árskalendari

14/8/2009

"Tá íð tú hevur krabbamein sum barn kann tað ofta vera ringt tí man skal til kanningar og missir skúlatímar og kemur kanska afturum í skúlaarbeiðinum. Og kanska skilur onkur ikki sjúkuna og heldur, at man absolutt doyr og at sjúkan smittar. Onkuntíð er onkur kanska eisini sjálu, tí tey halda, at tað er stuttligt at fara uttanlands til lækna og fáa frí frá skúlanum."

Soleiðis skrivar ein smágenta millum annað, um tað at hava krabbamein, í nýggja árskalendaranum , sum foreldrabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum hevur gjørt.

Í kalendaranum eru náttúrumyndir,  sum lýsa hvussu ymiskar og vakrar Føroyar eru, og aftast í kalendaranum eru hjartanemandi frásagnir, har bæði foreldur, systkin og børnini sjálvi skriva um tað at hava krabbamein.


Sjálvboðið arbeiði

Foreldrabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum ger eitt stórt  sjálvboði arbeiði við at savna pengar inn til m.a. at skipa fyri upplýsing um krabbamein, tiltøkum og útferðum fyri teimum, sum eru rakt av hesi sjúku.

Hvørt ár ger bólkurin ferðir í Føroyum og uttanlands -  fyri børnum sum hava krabbamein og teimum, sum hava verið sjúk og eru vorðin frísk aftur. - Tað hevur stóran týdning at skapa góðar upplivingar. At minna á at tað er meir og annað til enn sjúkrahús og viðgerðir, og ikki minst, at tað ber til at gerast frískur aftur. Harafturat hevur tað týdning hjá børnunum at vita, at tey ikki eru einsamøll um at hava hesa sjúku, men at onnur verða eisini rakt.   – Ikki tí, tá vit eru saman verður ikki tosað so nógv um sjúku, men er tørvur á tí, er gott at vera saman við fólki, sum vita hvat tað snýr seg um, verður sagt frá foreldrabólkinum.

Mourits Mohr Vang  úr Hoyvík hevur tikið myndirnar. Kalendarin kostar 98 krónur og er til keyps í bókabúðunum og hjá Krabbameinsfelagnum.