Nýggjur kalendari

Samstarv varð fingið í lag við rithøvundin Rakel Helmsdal, og uppgávan hjá henni var at skriva eina søgu um krabbamein, sum ikki hevði nakran enda. Børnini skuldu so tekna eina mynd út frá teirra tankum um, hvussu søgan endar. Við góðari hjálp frá fyritøkuni Blika, ið hevur latið pappír og litblýantar ókeypis, og Landsmiðstøðini, ið hevur savnað saman og sent alt tilfarið út til allar skúlar í Føroyum, fór verkætlanin av bakkastokki beint eftir skúlaársbyrjan.
Tað hevur verið sera hugaligt at síggja, hvussu væl lærarar og næmingar hava tikið ímóti hesi verkætlanini; tá ið freistin fyri tilmelding var úti, høvdu 467 næmingar í 2. flokki úr 25 ymsum skúlum meldað seg til. At síggja skapanarhugin og orkuna, sum børnini hava lagt í hvørt einasta litstrok, hevur verið bæði hugtakandi og lívsjáttandi og gjørt arbeiðið við at velja myndir burturúr hesum flotta tyssi sera torført.
Ynski hevur alla tíðina verið, at myndirnar, umframt at verða partar av sendingini “Føroyar móti krabba” 31. oktober, eisini skuldu brúkast til eitthvørt annað tiltak, og avgjørt varð at gera ein føðingardagskalendara. Samstarv varð fingið í lag við Føroyaprent, sum átók sær allan kostnaðin at framleiða kalendaran. Umframt 21 tekningar hjá næmingunum er ævintýrið “Teir fýra heilivágirnir” eftir Rakel Helmsdal eisini prentað í kalendaran, soleiðis at øll hava høvi at lesa ævintýrið fyri børnunum. Kanska tey eisini fáa hug at tekna teirra hugskot til, hvussu søgan endar.
Kalendarin er ein føðingardags- og merkisdagakalendari og kann tí brúkast í fleiri ár. Nú ber til at keypa kalendaran fyri kr. 59 í bókahandlum. Eisini ber til at keypa kalendaran við at seta seg í samband við felagið á telefon 317959 ella via teldupost: ffk@krabbamein.fo