Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Nýggjur ráðgevi

20/6/2009

Sólrun Jacobsen, sum er 44 ára gomul, er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur eftirútbúgving í palliatión, ið merkir linnandi viðgerð og røkt av doyggjandi. Hon hevur starvast á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum í 5ár. Síðan 1998 hevur hon starvast á B6 á Landssjúkrahúsinum, burtursæð frá einum ári, tá hon var í Norra og starvaðist á eini medisinskari deild á ein sjúkrahúsi í Telemarkini. Síðan mars 2008 hevur Sólrun verið knýtt at palliativu eindini á B6, ið er ætlað doyggjandi krabbameinssjúklingum.  

Á skrivstovuni hjá Krabbameinsfelagnum fer Sólrun at taka sær av at ráðgeva krabbameinssjúklingum og avvarðandi teirra, eins og hon fera at taka sær av øðrum uppgávum.  

Felagið býður Sólrun at vera hjartaliga vælkomna.