Nýtt starvsfólk hjá Krabbameinsfelagnum

Anna Maria er 37 ára gomul, útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur fjølbroyttar arbeiðsroyndir. Millum annað hevur hon starvast í Grønlandi og á psykiatriskari deild. Seinastu tíggju árini hevur hon arbeitt á heiliráðsdeild B6 á Landssjúkrahúsinum, sum eisini er skipað við palliativari eind fyri doyggjandi krabbameinssjúklingar. Anna Maria hevur tí drúgvar royndir við viðgerð av fólki við krabbameini og innan palliatiónsøkið, har hon eisini hevur nomið sær førleikagevandi skeið. Umframt hevur hon eftirútbúgving innan familju og sálarráðgeving.
Á skrivstovuni hjá Krabbameinsfelagnum fer Anna Maria at taka sær av at ráðgeva krabbameinssjúklingum og avvarðandi teirra, eins og hon fer at taka sær av øðrum uppgávum.
Anna Maria byrjar í starvinum tann 19. august og vit heilsa henni vælkomnari í starv hjá felagnum.
Krabbameinsfelagið