Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Nývald nevnd í Føroya Felag Móti Krabbameini

30/4/2009

Krabbameinsfelagið hevði aðalfund 28. apríl 2009.  Á skránni var millum annað nevndarval. Birita Ludvíksdóttir og Davina Lamhauge stóðu fyri vali, men ynsktu ikki afturval. Í teirra stað vóru Jónvør Christiansen og Aibritt á Plógv valdar.

Nevndin hevur skipað seg við Jákup N. Olsen sum formanni, Aibritt á Plógv, næstformaður, Agnar á Dul, kassameistari, Jónvør Christansen, nevndarlimur og Erik Wandall, nevndarlimur.

Tiltakslimir eru Martin Joensen og Elieser Olsen.

Krabbameinsfelagið virkar áhaldandi fyri at bøta um umstøðurnar hjá krabbameinssjúklingum og avvarðandi teirra. Alsamt fleiri seg í samband við felagið fyri at fáa ráð og leiðbeining.

Felagið leggur stóran dent á at kunna um krabbamein, fyribyrging og ta hjálp og vegleiðing felagið kann veita. Hetta verður millum annað gjørt við fyrilestrum, undirvísing, kunning á skúlum og stovnum, og umvegis heimasíðuna, sum javnt verður dagførd við kunnandi tilfari. Umframt ráðgeving frá sjúkrarøktarfrøðingum, ber eisini til at tosa við sosialráðgeva á Ráðgevingarstovuni.

Um fjølbroytta virksemi felagsins ber til at lesa um í ársfrágreiðingini.