Ókeypis HPV-koppseting inntil 1. juli

Allar gentur, sum eru føddar 1. januar 1995 ella seinni, og sum hava fylt 14 ár, verða koppaðar ókeypis fyri lívmóðurhálskrabbamein. Eftir galdandi reglunum skal koppsetingin verða liðug, áðrenn gentan fyllir 15 ár. Um ikki, má gentan sjálv gjalda fyri restina av viðgerðunum. Talan er um trý pirk, sum skulu setast við á leið tveimum mánaðum ímillum og innanfyri eitt ár.
Eitt serligt tilboð er í løtuni galdandi fyri gentur føddar í 1993 og 1994. Hesar kunnu eisini verða koppaðar fyri lívmóðurhálskrabbamein, men hetta tilboð er bert galdandi fram til 30. juni 2010. Gentur í hesum aldursbólki, sum ikki eru liðugt koppsettar tá, mugu sjálvar gjalda fyri partin av koppsetingini, sum restar í.
Krabbameinsfelagið heldur tað hava stóran týdning at fáa so nógvar gentur, sum til ber, at taka av tilboðunum um ókeypis koppseting. Koppanin er rættuliga kostnaðarmikil – hon kostar millum 3500 og 4000 kr – og tí kann prísurin í sjálvum sær forða summum í at fáa hesa verju.
Lívmóðurhálskrabbi er eitt sera vandamikið slag av krabbameini. Flestu tilburðirnir stava frá sonevndum Human Papillomavirus – stytt HPV. Koppsetingin verjir ímóti teimum báðum sløgunum av HPV-virus,sum elva til nógv teir flestu tilburðirnar av lívmóðurhálskrabba.
HPV eru ógvuliga vanlig virus, sum smitta lætt við kynsliga samveru. Koppseting fyri HPV-virus virkar best hjá teimum, sum ikki eru vorðin smittað, og tað merkir oftast innan ein gerst kynsliga virkin. Tí verður mælt øllum ungum gentum at lata seg koppseta – eisini teimum, sum ikki fáa ókeypis koppseting.