Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Opið hús fyri kvinnur 19. mai

8/5/2010

Endamálið við bólkinum er :

  • at hesar kvinnur koma saman at tosa, stuðla og hjálpa hvør aðrari og veita hjálp til sjálvhjálp.
  • at vera málgagn og fremja áhugamál hjá kvinnum við krabbameini í undirlívi, mótvegis myndugleikum og heilsuverki
  • at savna vitan og royndir á øllum økjum, hvat viðvíkur krabbameini í undirlívi
  • at fremja upplýsandi og vegleiðandi virksemi um krabbamein í undirlívi

Bólkurin hittist umleið sættu hvørja viku

Endamálið við bólkinum, er at hava eina hugnaliga løtu saman. Og at hesar kvinnur koma saman at tosa, stuðla, hjálpa hvør aðrari og veita hjálp til sjálvhjálp.

Opið hús verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58, í Tórshavn mikukvøldið 19 maj. 2010 kl. 18.00

Um tú ynskir at taka lut, vinarliga boða frá í seinasta lagi mikudagin 19.maj, kl. 15.00 á telefon 317959/217959/217957 ella teldupost: ffk@krabbamein.fo