Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Opið hús fyri kvinnur við undirlívskrabba

2/7/2009

Endamálið við  bólkinum er :

  1. at hesar kvinnur koma saman at tosa, stuðla og hjálpa hvør aðrari og veita hjálp til sjálvhjálp.
  2. at vera málgagn og fremja áhugamál hjá kvinnum við krabbameini í undirlívi, mótvegis myndugleikum og heilsuverki
  3. at savna vitan og royndir á øllum økjum, hvat viðvíkur krabbameini í undirlívi
  4. at fremja upplýsandi og vegleiðandi virksemi um krabbamein í undirlívi

 

Bólkurin hittist umleið sættu hvørja viku


Opið  hús verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Tórshavn týskvøldið 1. septembur 2009 kl. 19.00

Um tú ynskir at taka lut, vinarliga boða frá í seinasta lagi týsdagin 1.septembur kl. 15.00 á telefon 317959/ 217959/217957 ella teldupost: ffk@krabbamein.fo