Opið hús fyri tey, ið hava ella hava haft móðurmerkjakrabba

Endamálið við bólkinum er:
At fólk kunna koma samam at tosa, stuðla og hjálpa hvør ørðum, og veita hjálp til sjálvhjálp.
At hond verður tikin um tey fólk, sum hava fingið móðurmerkjakrabba, við tað at tey m.a. fáa tilboð um at tosa við ein, sum hevur verið í somu støðu.
At fremja áhugamál hjá fólkið við móðurmerkjakrabba, yvirfyri mynduleikum, heilsuverki o. ø.
At fremja upplýsandi og vegleiðandi virksemi.
Móðurmerkjabólkurin, var stovnaður í 2008 og hittist regluliga.
Opið hús verður í hølunum hjá krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Tórshavn mikukvøldið, 24. februar 2010, kl.18.00
Um tú ynskir at taka lut, vinarliga boða frá í seinasta lagi mikudagin 24. Februar, kl. 15.00 á telefon 317959/217959/217957 ella á
teldupost: ffk@krabbamein.fo