Prostatabólkurin hevur tiltak hóskvøldið 25. mars

Prostatabólkurin skipar fyri tiltakið í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58, í Havn, hóskvøldið 25. mars frá kl. 19.00 til 21.00.
Snorri Patursson, fólkaheilsusamskipari, kemur at kunna okkum um tað, ið rørir seg innan kost og matvanar, eisini við atliti til heilsu og sjúku. Lagt verður upp til spurningar og kjak.
Skráin fyri kvøldið:
- Drekkamuður
- Vælkomin – nýggir limir kunnu presentera seg
- Snorri Patursson, fólkaheilsusamskipari, hevur framløgu
- Spurningar og kjak
- Møgulig uppskot av evnum til komandi fundir
Um tú kennir onkran, sum er í somu støðu sum vit menn, sum hava ella hava havt prostatakrabba, eru teir altíð vælkomnir við.
Tilmelding á kmf@krabbamein.fo, send sms til 217956 ella ring til Krabbameinsfelagið á telefon 317959. Boða frá luttøku áðrenn mánadagin 23. mars kl. 15.00.