Prostatabólkurin skipar fyri tiltaki
1/9/2025

Verið vælkomnir
Nú er tíðin komin, at vit hittast aftur. Bólkurin fyri menn, sum hava ella hava havt prostatakrabba, skipar fyri tiltaki mikukvøldið 10. september kl. 19.00 til 21.00. Vónandi verða vit fjølmentir og nýggir luttakarir eru altíð vælkomnir.
Skráin fyri kvøldið:
- Drekkamunnur
- Vælkomin og taka samanum hvat er farið fram síðan seinast
- Presentatión av møguligum nýggjum luttakarum
- Hugnaløta okkara millum í bólkinum, har vit hava møguleikað at siga fram í orðum og deila sjúkuupplivingar seinastu tíðina, - og annað, ið vit kunnu prátað og kjakast um.
- Møgulig uppskot av evnum til komandi fund
GG! Um tú kennir onkran, sum er í somu støðu, ið hevur ella hevur