Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Prostatabólkurin skipar fyri tiltaki mikukvøldið 17. november kl. 19.00

12/11/2021

Nú er tíðin komin, at vit hittast aftur. Bólkurin fyri menn, sum hava ella hava havt prostatakrabba, skipar fyri tiltaki mikukvøldið 17. november kl. 19.00 til 21.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Havn. Johan Poulsen serlækni í urologi á Aalborg Universitetshospital, hevur framløgu um MR skanning av prostata.

Skráin fyri kvøldið:

  • Drekkamunnur
  • Vælkomin og taka samanum hvat er farið fram síðan seinast
  • Presentatión av møguligum nýggjum luttakarum
  • Johan Poulsen serlækni í urologi á Aalborg Universitetshospital, hevur framløgu um MR skanning av prostata. Høvi verður eisini at seta spurningar.
  • Møgulig uppskot av evnum til komandi fund

GG! Um tú kennir onkran, sum er í somu støðu, ið hevur ella hevur havt prostata krabba – eru hesir altíð vælkomnir við.

Vinarliga boða okkum frá, um tú ætlar at koma í seinasta lagi mikudagin 17. november kl. 12.00, á telefon 317959 ella skriva okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo.