Renn fyri bróstini 2010
7/9/2010

Frá fríggjadegnum 27. august fram til hóskvøldið 30. september á midnátt ber til at tilmelda seg til Renn fyri bróstini á kvinna.fo. Trýst her fyri at melda til og fáa meira at vita um tiltakið, rutuna og gávuna!
Luttøkugjaldið er 150 kr., har 50 kr. av hvørjari tilmelding fara beinleiðis til fyribyrgjandi og upplýsandi arbeiði til frama fyri bróstkrabba hjá Bót til Bata og til gransking innan bróstkrabba í Føroyum.
Bót til Bata er sjálvhjálparbólkur fyri kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein í bróstunum.