Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Rørsla í Vágum

14/10/2022

Rørslutilboðið í Vágum, fyri fólk sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi, byrjar aftur 25. oktober 2022.

Vit venja týskvøld kl. 20.00 - 21.00 í venjingarmiðstøðini Ven, Inni á Støð 2, í Miðvági.

Rørslutiltakið er fyri øll, sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi. Dentur verður lagdur á venjingar, sum geva styrki og konditión.

Krabbamein rakar ikki bert tann sjúka, men alla familjuna. Tí er tilboðið skipa soleiðis, at  familjan hevur møguleika at vera við og har tey kunnu vera saman um at venja. Hetta verður ein løta, har til ber at hava tað stuttligt, mennandi og samstundis koma í betri venjing.

Tað er ókeypis at luttaka!

Rørsla og styrkivenjing hevur stóran týdning, bæði likamliga og sálarliga. Ítróttur og rørsla betra um útlitini fyri at gerast frísk/ur, samstundis, sum tað gevur styrki at standa ímóti hørðu viðgerðini.

Venjarar eru er Jana Egholm og Maria Samson, ið hava drúgvar royndir innan rørslu og venjingar.

Tilmelding á telefon 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo

Um tú vilt hoyra nærri um rørslutilboðið ella hevur tú spurningar til onnur tilboð hjá Krabbameinsfelagnum, kanst tú eisini seta teg í samband við okkum við at ringja 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo.