Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Rørslutilboðið í Havn byrjar aftur 16. september

14/9/2021

So byrja vit aftur

Rørslutilboð í Havn, fyri fólk sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi. Vit venja hósdagar kl. 14.30 í fimleikarhøllini FIMI í Gundadali. Venjari er Augusta Mikkelsen.

Rørslutilboðini er fyri øll, sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi. Dentur verður lagdur á venjingar, sum geva styrki og konditión.

Rørsla og styrkivenjing hevur stóran týdning, bæði likamliga og sálarliga. Ítróttur og rørsla betra um útlitini fyri at gerast frísk/ur, samstundis, sum tað gevur styrki at standa ímóti hørðu viðgerðini.

Tað er ókeypis at luttaka!

Tilmelding á kmf@krabbamein.fo ella á telefon 317959.

Um tú vilt hoyra nærri um rørslutilboðið ella hevur tú spurningar til onnur tilboð hjá Krabbameinsfelagnum, kanst tú eisini seta teg í samband við okkum við at ringja 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo.