Rørslutilboðið í Klaksvík byrjar aftur 27. septemebr

Nú byrjar rørslutilboðið í Klaksvík aftur. Tað er Krabbameinsfelagið í samstarvi við Klaksvíkar Kvøldskúla, ið skipar fyri tilboðnum, við stuðli frá kommununum í Norðoyggjum.
Vit byrja at venja aftur mánakvøldið kl. 19.00 – 20.00 í í kjallaranum á Kjalarvegur 48, Klaksvík.
Rørslutiltakið er fyri øll, sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi. Dentur verður lagdur á venjingar, sum geva styrki og konditión.
Krabbamein rakar ikki bert tann sjúka, men alla familjuna. Tí er tilboðið skipa soleiðis, at familjan hevur møguleika at vera við og har tey kunnu vera saman um at venja. Hetta verður ein løta, har til ber at hava tað stuttligt, mennandi og samstundis koma í betri venjing.
Tað er ókeypis at luttaka!
Rørsla og styrkivenjing hevur stóran týdning, bæði likamliga og sálarliga. Ítróttur og rørsla betra um útlitini fyri at gerast frísk/ur, samstundis, sum tað gevur styrki at standa ímóti hørðu viðgerðini.
Venjari er Jóngerð Biskupstøð, fysioterapeutur. Vant verður mánakvøld kl. 19.00 – 20.00 í í kjallaranum á Kjalarvegur 48, Klaksvík.