Samrøðubólkur fyri fólk, sum hava ella hava havt tarmkrabba

Krabbameinsfelagið skipar fyri samrøðubólki fyri fólk,sum hava ella hava havt krabbamein í tarmi/endatarmi. Bólkurin byrjar mánadagin 19. oktober.
Tey ymsu sløgini av tarmkrabba og viðgerð hava ofta við sær heilt serligar og tabufevndar fylgjur, sum kunnu elva til og økja um kensluna av einsemi. Tað kann vera torført at tosa við onnur, sum ikki sjálvi hava livað við krabba í tarmunum, um sínar upplivingar. Tí kann tað verða gott og gevandi at møta fólki, sum eru í líknandi støðu og í trúnaði deila frustratiónir, tankar og royndir.
At leiða bólkin eru ráðgevar frá Krabbameinsfelagnum.
Melda til niðanfyri, ella ring 317959 og hoyr nærri.