Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Samrøðubólkur fyri teg, ið hevur mist makan av krabbameini

18/2/2022

Í samrøðubólkinum eru vit saman um sorgina. Her fært tú pláss og møguleika at greiða frá tíni søgu, og samstundis seta orð á  kenslur  og upplivingar tú hevur í sorgini, í felagskapi saman við ørðum, sum eru í somu støðu. Í bólkinum kann ymiskleikin, geva ískot, íblástur og stuðul til at finna veg í eini svárari tíð.

Í samrøðubólkinum leggja vit áherðslu á at tú kennur teg tryggan og møttan við umsorgan og í trúnaði.

Bólkurin kemur saman fyrstu ferð, í seinnu helvt av mars 2022 – møtt verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, Tórshavn. Ætlanin er at bólkurin kemur saman 14 hvønn dag, 6-7 ferðir í alt.

Hevur hetta tín áhuga kanst tú ringja og fáa nærri at vita, á telefon 317959 ella senda okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo.