Seinasta freist at melda til temadagin!

Hetta verður áhugaverdur temadagur undir heitinum: At røra seg kann fyribyrgja krabbameini og øðrum sjúkum. Krabbameinsfelagið og Havnar Svimjifelag eru fyriskiparar. Fokus verður sett á, hvussu rørsla kann vera týðandi táttur í at fyribyrgja krabbameini og øðrum lívsstílssjúkum.
Tiltakið verður fríggjadagin 5 nov. 2010 kl. 13-16 á Hotel Føroyum.
Á skránni verður m..a. fyrilestur við kendu Bente Klarlund Pedersen, yvirlækna og professara. Hon hevur skrivað fleiri bøkur, millum teirra ”Motion på recept” og hevur granskað nógv innan rørslu og fyribyrging av sjúkum.
Tilmelding er á tlf. 317959 ella á ffk@krabbamein.fo, í seinasta lagi hósdagin 4/11 kl. 15.00