Seinsummartiltak hjá Foreldrabólkinum

Kom við til eitt stuttligt seinsummartiltak saman við Foreldrabólkinum leygardagin 7. september á Tvøroyri. Foreldrabólkurin er bólkur fyri familjur at børnum, sum hava ella hava havt krabba.
Foreldrabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri seinsummartiltaki leygardagin 7. september á Tvøroyri.
Vit verða í Naddoddaneystinum, har hentleikar eru til spæl og hugnað, har er nógv at gleða seg til.
Smyril siglur av Havnini kl. 07.00 og norður aftur kl. 18.30.
Tey, sum eiga vátdrakt, kunnu taka tær við, tað er tó ikki eitt krav.
Melda til áðrenn mikudagin 4. september 2024 kl. 15.00 á telefon 317959 ella t-post á kmf@krabbamein.fo