Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Skeið í makeup og húðrøkt fyri kvinnur við krabbameini

10/9/2022

The Body Shop í SMS skipar fyri undirvísing og hugnaløtu fyri kvinnur, sum eru í viðgerð fyri krabbamein, mikukvøldið 5. oktober kl. 18.30 í the Body Shop í SMS.

Starvsfólk frá The Body Shop, fara at undirvísa í húðrøkt og makeup. Hjá summum kann húðin broytast og gerast sartari. Tískil er gott at vita, hvussu húðin skal røktast rætt. Makeup kann gera, at daglig dagurin kennist lættari tí tú kann kenna teg frískari við einari lættari makeup.


Tiltakið er ókeypis.

Tilmelding innan týsdagin 4. oktober kl. 12.00 hjá The Body Shop í SMS á telefon 519505.