Skótahjálpin 2009 stuðlar børnunum

Ætlanin er, at stuðulin skal fara til foreldrabólkin at børnum við krabbameini og til tiltakið ‘Børn, ið hava foreldur, ið eru sjúk av krabbameini’. Tað snýr seg um samrøður og luttøka í sjálvhjálparbólkum, hjálp til foreldur í samskifti við heilsuverk og myndugleikar, fíggjarligan styrk og mongu hugnatiltøkini, sum sera virkni foreldrabólkurin í Krabbameinsfelagnum skipar fyri. Tað hevur stóran týdning fyri børn og foreldur, ið eru rakt av krabbameini, at vera saman og kenna, at tey ikki eru einsamøll, og tí eru vit sera takksom fyri, at Skótahjálpin 2009 fer at stuðla undir hesum.
Krabbameinsfelagið takkar Føroya Skótaráði fyri umhugsni og fegnast um stuðulin.