Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Smúkkur seta ljós á bróstkrabba

28/9/2011

Serstakar smúkkur

Í ár fer Bót til Bata at selja armbond og hálsbond, sum Mikkalina Glas hevur sniðgivið. Smúkkurnar eru hondgjørdar, so eingin er heilt eins. Á henda hátt ímynda smúkkurnar hetta, at hvør kvinna, ið fær staðfest krabbamein, er egin, og hevur sína egnu søgu.

Háls- og armbondini kosta 100 krónur fyri hvørja, og inntøkan frá søluni fer til gransking í bróstkrabba.

Hetta er tað slagið av krabba, sum rakar flestar kvinnur í Føroyum. Ein av hvørjum 10 kvinnum, og ein av hvørjum 100 monnum, kunnu rokna við einaferð í lívinum at fáa bróstkrabba.

Talið er tvífaldað seinastu tjúgu árini, og veksur framvegis.

Vit vita, at hormonávirkan, lívsstílur, dálking og arvur kunnu ávirka vandan fyri at fáa bróstkrabba, men enn er langt á mál at loysa gátuna. Tí vil Krabbameinsfelagið og Bót til Bata stuðla undir gransking av bróstkrabba.

Frá 3. - 8. oktobur verða vælverudagar á torginum í SMS. Bót til Bata fer at vera við 5.okbtober, tá tað verður bindiklubbakvøld, og upplýsa um bróstkrabba, umframt at selja smúkkurnar. Eisini verða tær á Torginum fríggjadagin 7. oktober.

Krabbameinsfelagið