Sólráð á krabbamein.fo
7/8/2009

Sjálvt um summarið nú fer at halla, kann sólin enn gera skaða. Undir "krabbamein" her á síðuni liggja góð ráð um hvussu vit best verja okkum ímóti skaðiligu strálunum, eisini á feriu ella í solarium. Trýstið her, fyri at síggja sólráðini.
Undir "dagurin í dag" høgrumegin á forsíðuni liggur ein leinkja til UV-indeks síðuna hjá DMI. Við at trýsta á hana sæst dagført Evropakort við UV-sonum, umframt ein listi við UV-indeks fyri útvaldar býir, harundir Tórshavn. Eisini sæst, um dagsins UV-indeks krevur at ein nýtir sólverju.