Stjørnan vil vinna á bróstkrabba

Handbóltsfelagið Stjørnan vil fegið varpa ljós á, at bróstkrabbi kann raka okkum øll. Eftir at ein av leikarunum hjá Stjørnuni í summar fekk staðfest bróstkrabba, vildu liðfelagarnir gera okkurt fyri at vísa henni sín stuðul, og samstundis vera við til at gera mun í stríðnum móti bróstkrabba. Tær tóku stig til at spæla ein dyst í blusum við bróstkrabbasloyfuni á, og haðani er tiltakið vaksið.
Aftrat at keypa atgongumerki til dystin kunnu einstaklingar og fyritøkur eisini stuðla við at lata pening í KÍ-høllini í kvøld ella flyta á konto í Norðoya Sparikassa: 9865-0009846977. Eisini vera armbondini, sum kvinnurnar í Bót til Bata hava gjørt, seld á staðnum.
Krabbameinsfelagið fegnast um, at okkara ítróttafólk hevur tikið dystin upp ímóti krabbameini.