Stuðul og sorgbólkar fyri børn, ung og vaksin

Børn og ung
Børn og ung, hvørs foreldur eru lívshóttandi sjúk, eru ofta ógvuliga einsamøll við sínum tonkum og ótta. Tí bjóðar Krabbameinsfelagið børnum upp til 18 ár, at hittast í einum forum, har tey fáa sett orð á sínar kenslur og kunnu hitta onnur børn í somu støðu. Tilboðið inniber eisini at familjan kann fáa eina familju- samrøðu í heiminum við sálarføðingi.
Familjan tekur stig
Familjur, sum ynskja at børn teirra koma í samatalubólk, kunnu venda sær til Krabbameinsfelagið. Áðrenn børnini byrja í samtalubólki, hevur bólkaleiðarin eina samrøðu við familjuna, har børn og foreldur luttaka saman.
Børnini hittast eina ferð aðru hvørja viku í einar tveir til tríggjar tímar hvørja ferð. Her kunnu tey tosa saman um eitt nú kenslur, ótta og vón, uttan at taka atlit til onnur enn seg sjálvi.
Tað verður, eins og undanfarna skeið, Kathrina Lindenskov Holm, sjúkrarøktarfrøðingur og sálarfrøðingur, ið fer at taka sær av bólkunum. Katrina hevur eisini royndir frá slíkum arbeiði hjá Kræftens Bekæmpelse í Danmark.
- Í gerandisdegnum hjá hesum familjum gongur tað mesta upp í sjúku og viðgerð. Ofta er tað eisini soleiðis, at børnini verja foreldrini og øvugt, so børnini ikki altíð heima fáa sett orð á til dømis at tey eru bangin. Tað kann hava sera stóran týdning fyri tey at møta øðrum í somu støðu. Fyri at kenna, at tey eru ikki einsamøll, men eisini fyri at hava eitt stað har tað ber til at tosa frítt og opið, sigur Katrina L. Holm.
Fyri summi børn er tað kanska ikki tørvur á at koma í bólk saman við øðrum, men heldur at fáa sálarfrøðing heim at tosa við alla familjuna saman. Hetta er eisini ein møguleiki.
Eymir spurningar
Tað er sjálvsagt ein skelkur hjá einari mammu ella pápa at fáa staðfest lívshóttandi sjúku, og nógvir spurningar stinga seg upp í mun til børnini: Hvussu nógv skulu tey vita? Er neyðugt at siga sum er? Hvussu skulu vit siga tað?
Børn reagera sera ymiskt, tá ið mamman ella pápin gerast álvarliga sjúk. Summi byrgja seg inni, onnur gera lítlan háva burtur úr sær og gera øllum til vildar, meðan uppaftur onnur broyta atburð og eru sjónliga ørkymlað.
Lívshóttandi sjúka ber altíð við sær broytingar í familjuni, og hesar broytingar kunnu raka børnini sera meint. Tað krevur, at foreldrini tosa við børnini um truplu tankarnar og kenslurnar. Men, ofta hava foreldrini, orsakað av sjúkuni, ikki neyðugu orkuna, og tá gerst tað enn truplari hjá børnunum at tosa opið um sjúkuna og avleiðingarnar av henni. Tá kunnu børnini kenna seg ógvuliga einsamøll við sínum tankum og ótta. Og er tað júst hesum, samtalubólkarnir hjá Krabbameinsfelagnum miða ímóti at bøta uppá.
Meira fæst at vita við at venda sær til felagið tlf. 317959 ella skriva til krabbamein@krabbamein.fo
1. desembur - dagur fyri foreldur, ið hava mist vaksin børn
Á Krabbameinsfelagnum hava vit sæð ein tørv hjá foreldrum, ið hava mist vaksin børn av krabbameini, at fáa eitt forum, har tey kunnu tosa við onnur í somu støðu. Hesi foreldur bera stóra sorg yvir at hava mist barn sítt, men onkursvegna kann tað vera ringt at fáa pláss at tosa um sorgina. Hetta millum annað tí, at vaksnu børnini ofta hava maka og børn, sum sita eftir, og sum tað er natúrligt, at tey flestu fyrst og fremst hugsa um.
Krabbameinsfelagið vil fegin bjóða tær, sum hevur mist vaksna barn títt av krabbameini og tørvar stuðul at koma ígjøgnum sorgina, at hitta onnur í somu støðu.
Tú ert vælkomin at luttaka á einum seinnaparti hin 1.desembur frá kl. 13-18.
Umframt onnur avvarðandi, verða eisini professionellir ráðgevar innan sorg og krabbamein við hendan dagin.
Endamálið við degnum er at geva tí einstaka møguleika at seta orð á og viðgera tær kenslur, sum missurin av barninum ber við sær, og gjøgnum samtalur at skifta royndir sínamillum um, hvussu til ber at koma longur fram á leiðina, í mun til sorgina. Er áhugi fyri tí, verður dagur ásettur, har luttakararnir kunnu hittast aftur.
Hevur hetta tín áhuga, kanst tú venda tær til Krabbameinsfelagið, so taka vit eitt prát og greiða nærri frá. Tlf. 317959 teldupostur: krabbamein@krabbamein.fo
17. novembur - dagur fyri makar hjá krabbameinssjúkum
Tá krabbamein rakar broytist gerandisdagurin, og tey avvarðandi skulu taka støðu til nógv nýggj viðurskifti, bæði praktisk og kensluliga. Mitt í sorgini og stúranini skal makin hjá tí sjúka bæði hjálpa, ugga og fáa gerandisdagin at virka sum best.
Tað hevur stóran týdning at fáa stuðul í einari slíkari støðu, og Krabbameinsfelagið fer tí at skipa fyri einum seinnaparti fyri makar hjá krabbameinssjúkum. Her kunnu tey hitta fólki í somu støðu í einum umhvørvi, har tað er í lagi at seta orð á sínar hugsanir og fáa stuðul at loysa ymsar trupulleikar. Tað verður Katrina Lindenskov Holm, sjúkrarøktar- og sálarfrøðingur, sum skipar fyri saman við starvsfólki hjá Krabbameinsfelagnum.
Tiltakið verður 17. Novembur frá kl. 13 til 18, og dagurin endar við at vit eta ein góðan bita saman. Er áhugi fyri tí, verður dagur avtalaður at hittast aftur. Tiltakið verður í hølunum hjá felagnum, Grønlandsvegur 58 í Tórshavn.
Tey, ið eru áhugað at vera við ella at frætta meira, kunnu venda sær til Krabbameinsfelagið á telefon 317959, 217957 ella umvegis teldupost: krabbamein@krabbamein.fo