Svimjing fyri krabbameinssjúklingar

Skeiðið byrjar fyrst í septembur og verður í svimjihøllini í Gundadali í Havn. Ein venjari og ein fysioterapeutur verða knýttir at venjingini. Skeiðið er skipað á sama hátt, sum skeiðini Havnar Svimjifelag skipar fyri motiónistar. Heilsukanning og heilsustøðumeting verða gjørdar av hvørjum einstøkum luttakara í trimum umførum - áðrenn byrjað verður, ímeðan skeiðið er og eftir at skeiðið er liðugt. Hetta verður gjørt fyri at meta um, hvussu góða ávirkan svimjiskeiðið hevur á kondi og heilsustøðu hjá teimum, sum svimja. Eisini verður svimjingin løgd til rættis eftir hvørjum einstøkum, soleiðis, at øll kunnu vera við.
Kanningar hava víst, at kropsligar venjingar eru gagnligar fyri fólk, sum eru í viðgerð fyri krabbamein og eisini eftir, at viðgerðin er liðug. Serliga gott er svimja, tí tað er lætt at gera kropsligar venjingar í vatni.
Skeiðið verður mánakvøld og hóskvøld frá kl 21.15 til 22.00, og byrjað verður í september.
Kostnaðurin fyri skeiðið er ikki endaliga ásettur.
Pláss er fyri 20 luttakarum
Til ber at tekna seg til svimjiskeiðið við at venda sær til Krabbameinsfelagið - tlf 317959, teldupostur: ffk@krabbamein.fo ella hjá Havnar Svimjifelag á telduposti info@hs.fo.
Krabbameinsfelagið og Havnar Svimjifelag