Tá krabbameinsviðgerðin er liðug – men lívið er broytt
.jpg)
3. september var fyrilelstur við Inge Kaldahl á Hotel Føroyum. Sí fyrilesturin niðanyri.
Mental meistran eftir viðgerð fyri krabbameinssjúku snýr seg ikki um at gerast tann, sum tú vart áðrenn sjúku. Tað snýr seg um at gerast tilvitað/ur um tann, tú ert vorðin, og at finna dirvið til at liva víðari við lívsgóðsku, vón og meining.
Við støði í meira enn 30 ára royndum við menniskjum, ið eru rakt av álvarsligari sjúku, miðlar Inge fakliga vitan, persónligar frásagnir og ítøkilig amboð til mentala meistran. Tú fært íblástur til at møta tær sjálvari/sjálvum við størri umsorgan, handfara tær avbjóðingar, sum seinfylgjur kunnu hava við sær, og styrkja vón, lívsdirvi og lívsgóðsku.