Tá tann tú elskar fær krabbamein

1/11/2008

Mist makan av krabbameini

Tað kann vera sera trupult at koma gjøgnum sorgina, tá ið ein missir makan av eirindaleysari sjúku. Tí setti Føroya Felag móti Krabbameini seinasta ár á stovn ein bólk fyri tey, sum hava mist makan av krabbameini og tørva stuðul at koma gjøgnum sorgina.

Royndirnar seinasta ár gingu væl, og luttakarar søgdu seg hava fingið nógv burtur úr at hitta onnur í somu støðu saman við professionellum ráðgevum innan sorg og krabbamein. Og aftur í vetur verður ein samtalubólkur fyri tey, sum hava mist, settur á stovn.

Málið við bólkinum er at geva tí einstaka møguleika at seta orð á og viðgera tær kenslur, sum tapið av makanum setur í gongd og gjøgnum samtalur í bólkinum at fáa stuðul at koma styrkt/ur gjøgnum sorgina.

Ein avvarðandi segði soleiðis um samtalubólkarnar seinasta vetur:

Sorgbólkurin vísti mær, at tað er ikki bara eg sum eri í hesi støðu. Bólkurin hjálpti mær at seta orð á sorgina, og eg lærdi, at hvør einstakur hevur sín máta at syrgja uppá og at koma víðari við sínum egna lívi

Makar hjá krabbameinsraktum

Harumframt fer Føroya Felag móti Krabbameini í gongd við ein heilt nýggjan samtalubólk fyri makar hjá krabbameinsraktum. Tá krabbamein rakar, broytist gerandisdagurin, og tey avvarðandi skulu taka støðu til nógv nýggj viðurskifti, bæði praktisk og kenslulig.

Mitt í sorgini og stúranini skal makin hjá tí sjúka bæði hjálpa, ugga og fáa tað praktiska at virka sum best.Tað hevur stóran týdning at fáa stuðul í einari slíkari støðu, og Føroya Felag móti

Krabbameini fer tí at seta á stovn samtalubólkar fyri makar hjá krabbameinsraktum, har tey kunnu møtast við fólki í somu støðu í einum umhvørvi, har tað er loyv at seta orð á sínar hugsanir og fáa stuðul at loysa ymsar trupulleikar.