Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Tabu um prostatakrabba kámast

3/9/2010

Tað varð prógvað mikukvøldið 1. september 2010, tá ið minst 230 mans – bara menn – fylktust á Hotel Føroyum á fundi. Krabbameinsfelagið skipaði fyri kunnandi tiltaki um prostatakrabba, og sjálvhjálparbólkur varð stovnaður.

Prostatakrabbi er vorðin vanligasta krabbasjúka í Føroyum, segði Johan Poulsen, yvirlækni, urologur, millum annað í síni greiðu framløgu um krabbamein í bløðruhálskertlinum. Johan tosaði um sjúkueyðkenni, um viðgerð nú samanborið við fyrr og um eftirviðgerð og kontroll, og hann hevði eina stimbrandi frágreiðing um møguleikarnar fyri at fyribyrgja prostatakrabba.

Tummas í Garði, læknastjóri, narkosulækni, røddi um tilboðini á Landssjúkrahúsinum um at viðgera prostatakrabba og um ætlaninar hjá føroyska heilsuverkinum í framtíðini at viðgera sjúkuna.

Sjálvhjálparbólkur stovnaður

Egi Dam, sjónleikari, ið hevur havt prostatakrabba, men sum er vorðin frískur, segði lívsjáttandi og bjartskygdur frá síni sjúkutilgongd. Á hesum væl mannaða fundi á Hotel Føroyum mikukvøldið 1. september var líkt til, at Egi mundi kveikja vón og áræði hjá monnum, ið hava og høvdu prostatakrabba.

Hetta kvøldið varð bólkur stovnaður fyri menn, ið hava ella hava havt prostatakrabba. Eirikur Ólason Simonsen, ið varð sjúkur av krabba í bløðruhálskertlinum fyri nøkrum árum síðan, hevur játtað at hjálpa Krabbameinsfelagnum at skipa fyri tí nýstovnaða sjálvhjálparbólkinum.

Krabbameinsfelagið veit av royndum, at mannfólk eru minni fús enn konufólk at taka av teimum tilboðum, sum felagið hevur um kunning, hjálp og leiðbeining í sambandi við krabbamein. Tí skipaði felagið fyri tiltakinum á Hotel Føroyum.

Eitt serligt átak fyri menn, ið toktust at vera sera væl nøgdir.

Tummas í Garði, læknastjóri, narkosulækni, (vm) og Johan Olsen, yvirlækni, urologur

Eirikur Ólason Simonsen stjórnar sjálvhjálparbólkinum

Egi Dam segði sína lívsjáttandi søgu um sína sjúkutilgongd

Myndir: Sonne Smith