Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Tað eru eisini góð tíðindi at frætta!

9/2/2026

Tað hevur alt at siga, at færri fáa krabbamein, at krabbamein verður funnið so skjótt sum til ber og at skjót og góð hjálp er at fáa, tá ið krabbamein er staðfest.

Síðstu dagarnir hava verið góðir í so máta, nú hesi tíðindini hava verið at frætt:

-         Felags móttøka til krabbameinsávísing er sett á stovn í Sjúkrahúsverkinum

-         Sjúkrahúsverkið fer undir snarkanningar fyri tarmkrabba

-         Tað eigur at verða avmarkað, hvør sleppur at selja tubbaksvørur.

Tað gevur vón um ljósari tíðir.

Felags krabbameinsmóttøka í Sjúkrahúsverkinum

Fyrstu gleðiligu tíðindini seinastu dagarnar eru, at felags krabbameinsmóttøka er sett á stovn í Sjúkrahúsverkinum. Hetta er fyri at staðfesta krabbameinssjúkuna og fáa sjúklingin í viðgerð, so skjótt sum til ber.

Góði Jan Rasmussen og tit í Sjúkrahúsverkinum! Takk fyri tykkara áræði og áhaldni. Hetta er fyrsta stigið og hetta er eitt ógvuliga týðandi stig.

Nú bíða vit spent, til Løgtingið tekur næsta stigið og fer at seta lóg í gildi um viðgerðartrygd. Lógin skal áseta, hvør mest loyvda bíðitíðin skal vera hjá okkum føroyingum til ávikavist at verða útgreinað og at fáa viðgerð fyri krabbamein.

Snarkanningar fyri tarmkrabba

Sum tað er gott, at Sjúkrahúsverkið nú er klárt at fara undir at gera snarkanningar fyri tarmkrabba. Stóra tøkk!

Krabbameinsætlanin verður skjótt fýra ár, og eitt av tilmælunum í henni er at gera snarkanningar fyri tarmkrabba. Í øllum grannalondunum verða hesar kanningar gjørdar.

Tilmælið um snarkanningar fyri tarmkrabba kemur ikki av ongum, tí sum nevnt verður í Krabbameinsætlanini, so er hetta ein av størstu krabbameinsbólkunum.

Danir hava gjørt hesar kanningarnar síðani í 2014. Teir siga, at kanningarnar gera, at 69% av tilburðunum verða funnir so tíðliga, at viðgerðin kann vera nógv mildari. Nýggjastu donsku tølini vísa eisini, at 20% sleppa undan at fáa tarmkrabba, tí undanstig til krabban verða funnin í kanningunum.

Sjúkrahúsverkið fer í fyrstu atløgu undir eina undanverkætlan.

Í Krabbameinsfelagnum vóna vit, at tað gongur ikki long tíð, til vit hava eitt landsstýrisfólk í heilsumálum, sum kann siga: Í Føroyum bjóða vit øllum millum 50 og 74 ár snarkanningar fyri tarmkrabba.

Tað eigur at verða avmarkað, hvør sleppur at selja tubbaksvørur

Vit mugu gera alt vit eru ment at verja børn okkara og tryggja teimum eitt lív við ongum tubbaki og nikotini. Punktum!

Eitt týðandi stig í hesum er at avmarka, hvør hevur loyvi at selja tubbaks- og nikotinvørur.

Tí var rørandi at frætta gleðiligu tíðindini úr Løgtinginum – at Ungdómstingið samtykti, at tað eigur at verða avmarkað, hvør sleppur at selja tubbaksvørur.

Takk Filip úr Runavíkar kommunuskúla, at tú setti hetta uppskoti fram. Takk tit ungu løgtingsfólk, at tit tóku undir við tí!

Góðu tit ‘ordiligu’ løgtingsfólk. Vísið sama áræði og verið líka skilagóð, sum tey ungu løgtingsfólkini.

Tað,tit gera, bjargar lívi

At færri fáa krabbamein, at krabbamein verður funnið so skjótt sum til ber og at fleiri fáa hjálpina skjótari, er sera týðandi. Hvørt talið í slíkum hagtølum er ein lagna. Meiri enn ein lagna, tí tað er ikki bara lagnan hjá tí sjúka, men eisini hjá teimum, sum standa tí sjúka nær.

Ágóðin er ógvuliga stórur fyri okkara lítla samfelag.