Tak mynd av yvirskegginum og stuðla Krabbameinsfelagnum

Tak mynd av yvirskegginum og stuðla Krabbameinsfelagnum
Mikudagin 30. movember ´11, varð heitt á øll við yvirskeggi, at lata tað avmynda. Hesi yvirskegg vórðu givin út í bók 9. desember og øll inntøkan fer óskerd til Krabbameinsfelagið.
Í Movember mánaðinum, ið eisini verður kallaður november, mundu mong undrast á øll yvirskeggini, sum menn lótu vaksa.
Movemberrørslan byrjaði í Avstralia í 2003. Ætlanin er, at í movember lata vit menn yvirskeggið vaksa fyri at varpa ljós á og savna pening til stuðul og gransking í heilsutrupulleikum hjá monnum. Í ár verður peningurin savnaður inn til gransking í prostatakrabba, upplýsing og fyribyrging.
Mong lond í heiminum hava egna movemberrørslu, so er tó ikki í Føroyum. Tí hevur ongin skipað innsavning verið her. Fyri at hetta stóra arbeiðið, ið vit hava gjørt fyri at lata okkara yvirskegg vaksa, ikki skal fara fyri bakka, verður nú tikið stig til eina innsavning.
Bókaútgáva við yvirskeggum
Mikudagin 30. movember varð møguleiki hjá øllum føroyingum, ið høvdu yvirskegg at lata tað avmyndað! Í Rit og Rák í SMS tók Per á Hædd frá Fotostudio myndir av øllum, ið koma inn at lata seg avmyndað. Myndirnar eru frá nøsini og niður um høkuna. Eisini varð møguligt at práta við fólk frá Krabbameinsfelagnum. Var tað ikki møguligt at koma inn í SMS, so var møguleiki at senda mynd av yvirskegginum til: yvirskegg@foroyaprent.fo. Øll tey avmyndaðu yvirskeggini eru útgivin í bók, ið kom í handlarnar 9. desember. Hægsta talið av yvirskeggum, ið kundi koma í bókina er 161. Í bókini verður bara føðingarárið hjá eigaranum av yvirskegginum upplýst. Søluprísurin av bókini verður í krónum tað sama sum talið av yvirskeggum. Alt arbeiðið í samband við myndatøkur, umbróting, prenting og sølu av bókini verður gjørt ókeypis, so øll inntøka fer óskerd til Krabbameinsfelagið. Prentað vórðu 500 eintøk av bókini.
Movember yvirskeggini hava eisini føroyskan facebook bólk, ið eitur "Yvirskegg".
Hetta tiltak hevði ikki verið møguligt uttan stuðul frá Fotostudio, Rit og Rák og Føroyaprent.
-----
Hava tit spurningar hesum viðvíkjandi, kunnu tit ringja á 59 45 55.
Ella til Krabbameinsfelagið á telefon 317959
Vinarliga
Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari