TAKK!
11/11/2025

Nú fyriliggur endaliga úrslitið av innsavningini Saman um krabbamein.
Samlaða upphæddin er kr. 6.574.239,-
Vit eru bæði ovfarin og eyðmjúk um góða úrslitið, og tøkkina eiga øll tit, ið vóru við í fyrireikingunum og tit mongu túsund, ið stuðlaðu sjálvari innsavningini.
Vit takka øllum teimum, ið luttóku í sendingini, einstaklingum, tónleikarum, listafólkum, fyriskiparum, fyritøkum, feløgum, skúlum og sjálvbodnum, sum við hjálpsemi, tænastum, pengagávum og á annan hátt stuðlaðu okkum.
Eina serstaka tøkk fær Runavíkar kommuna fyri góða samstarvið og góðu karmarnar um tiltakið.
Sanniliga stóðu vit saman 26. oktober.
