Tema: Rørsla og fyribyrging

Tiltakið verður 27. apríl kl. 13-16 á Hotel Føroyum. Á skránni verður ein fyrilestur við kendu donsku Bente Klarlund Pedersen, yvirlækna og professara. Hon hevur skrivað fleiri bøkur, millum teirra bókina ”Motion på recept” og hevur granskað nógv innan rørslu og fyribyrging av sjúkum.
Vit eru fødd at røra okkum, og at vera óvirkin er eins vandamikið og at roykja, er ein av boðskapunum hjá professaranum. Hon vísir á, at vøddar okkara ikki einans hava sum uppgávu at skipa rørslur, men at teir eisini framleiða ymisk hormonlíknandi evni, nevnd myokinir, ið fyribyrgja sonevndum lívsstílssjúkum sum diabetes, tarm- og bróstkrabba, hjartasjúkum, demens og tunglyndi.
Eisini fer Bente Karlund Pedersen at umrøða hvussu nógv tað kostar samfelagnum at fólk eru óvirkin, og hvussu nógv ið sparast kann, um tað eydnast at fáa fólk at røra seg meira.
Umframt danska professaran fer Magni Mohr, phD í ítrótti, at halda fyrilestur undir heitinum ”Tað loysir seg, at røra seg”.
Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin. Neyðugt er tó at tekna seg hjá Krabbameinsfelagnum á telefon 317959 ella ffk@krabbamein.fo.
Nýtt tilboð til krabbasjúklingar
Krabbameinsfelagið og Havnar Svimjifelag eru farin undir at fyrireika eitt nýtt rørslutilboð fyri fólk, ið hava krabbamein. Tað er vísindaliga prógvað, at rørsla veksur um mótstøðuførið móti sjúkum og at krabbameinssjúklingar, sum íðka ítrótt og røra seg nógv, hava betri lívsgóðsku og størri møguleika at liva longri. Meira verður at frætta um hetta seinni.