Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Til gongu frá Gásadali til Viðareiðis

13/9/2024

Poul Johan á Torvlaðnum hevur, saman við vinmonnum, gingið frá Gásadali til Viðareiðis, ein teinur á góðar 116 km. Poul Johan gekk sama tein í 2023 og í 2024 setti hann sær fyri at savna pening inn til eitt vælgerandi endamál samstundis. Poul Johan hevur samla kr. 43.696,- inn í stuðli til Krabbameinsfelagið í samband við túrin.

Poul Johan greiddi frá at hann mist fleiri í familjuni til krabba og at krabbamein rakar øll, um hvussu hann hevði tað á túrinum, sum tók honum góðar 27 tímar at ganga,

“man hevur sera nógva pínu tá man gongur ein so langan túr og man má pressa gjøgnum pínuna fyri at koma á mál, hendan pínan er tó einki í móti pínuni fólk við krabbameini og teirra avvarðandi uppliva.”

Krabbameinsfelagið takkar so hjartaliga fyri stuðulin og fyri at, tit við hesum túrið eru við til at seta sjóneykuna á, hvussu hart tað kann verða hjá sjúkum og avvarðandi tá krabbameinsjúka rakar.