Til ungar gentur kring landið
1/8/2011

Krabbameinsfelagið sóknast eftir gentum, sum vilja verða ambassadørar fyri fyribyrging av lívmóðurhálskrabbameini.
Saman við øðrum gentum fert tú út at siga ungum gentum og dreingjum frá, hvussu ein kann verja seg fyri lívmóðurhálskrabbameini.
Vit geva tær góða upplæring. Hevur hetta tín áhuga, send okkum eitt teldubræv við nøkrum orðum um teg sjálva, um hví tú riggar væl sum ambassadørur, umframt navn, aldur, bústað og telefonnummar.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Krabbameinsfelagið á telefon 317959 ella les meira her. Vit svara fegin tínum spurningum.