Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Undirlívsbólkurin bjóðar til hugnaløtu

24/2/2023

Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar øllum kvinnum, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi til eina hugnaløtu mikukvøldið 1. mars  kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegi 58 í Havn.

Halda Hansen, ið hevði krabbamein í 2019, 2021 og aftur í 2022, fer at tosa um hvussu tað var at fáa staðfest krabbamein, hvussu hon fótaði sær í støðuni, og um hvussu hon hevur tað í dag.

Vit gleða okkum til kvøldið og vóna at undirtøkan verður góð.

Um tú ynskir at taka lut, vinarliga boða frá í seinasta lagi týsdagin 28. februar kl.12.00 á telefon 317959 ella umvegis teldupost á kmf@krabbamein.fo