Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar til hugnaløtu

11/9/2020

Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar til hugnaløtu

Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar øllum kvinnum, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívinum til eina hugnaløtu.

Hugnaløtan verður mikukvøldið 23. september kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, á Grønlandsvegi 58, í Havn.

Á skránni verður hugni, prát og ein drekkamunnur.

 

Tá krabbamein rakar er vanligt at hava nógvar spurningar. Tørvurin á upplýsing, vitan, stuðli og hjálp kann vera stórur.

Tað er gott at fáa nógva og góða hjálp frá familju, vinum og fakfólki. Okkara royndir vísa, at tað harafturat hjálpir at hitta og koma saman við øðrum í somu støðu og sum hava kent sjúkuna á egnum kroppi.

At fáa eitt prát, stuðla og hjálpa hvør øðrum og í fullum trúnaði práta um tað, ið man hevur til felags og eisini um tað, ið kann vera torført og tungt at bera.

Vit gleða okkum til kvøldið og vóna at undirtøkan verður góð.

Um tú ynskir at taka lut, vinarliga boða frá í seinasta lagi týsdagin 22. september, kl.15.00 á telefon 317959 ella umvegis teldupost á kmf@krabbamein.fo

Vinarliga

Nevndin

Beinta Højsted