Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Undurlív-ambassadørar á kvinnudegnum

8/3/2011

Undurfulla undirlív

Ungu kvinnurnar eru ambassadørar fyri átakið Undurlív, sum Krabbameinsfelagið lat av bakkastokki fyri hálvum ári síðani.

Fimm ungar kvinnur vórðu valdar út sum sjálvbodnir ambassadørar fyri átakið Undurlív. Tær fingu upplæring og undirvísing frá Krabbameinsfelagnum, og síðani hava tær verið úti og á ymiskan hátt varpað ljós á lívmóðurhálskrabbmein og eggja gentum og kvinnum at lata seg koppseta ímóti HPV-virus, ið er høvuðsorsøk til hetta slagið av krabba.

Krabbameinsfelagið metti tað hava stóran týdning, at boðskapurin um, hvussu neyðugt tað er, at lata seg koppseta, verður samskiftur á ein hátt, sum er viðkomandi fyri ung. Tí er tað ein stórur fyrimunur, at ambassadørarnir sjálvar eru ungar kvinnur, sum duga at samskifta á sama “máli” og við somu amboðum, sum onnur ung.

Navnið “Undurlív” er ein samanrenning av orðunum undirlív, undur og lívið. Lívmóðurin ber undur, tá hon skapar lív. Og, krabba í lívmóðurhálsinum ber til at verja seg ímóti, við at lata seg koppseta og regluliga kanna.

Virknir ambassadørar

Ambassadørarnir hava verið sera virknar. Á Facebook eru tær sjónligar á síðuni “Undurlív”, og hava tær eitt nú luttikið í tíðindasendingum, í Góðan morgun Føroyar, í ungdómssendingini S,P ella K og á MESS heimasíðuni. Tær hava verið á torginum í SMS, og eisini hava tær hildið fyrilestrar á miðnámsskúlanum í Kambsdali ogfyri gentum í 7.-9. flokkum í Eysturskúlanum og í Kommunuskúlanum. Eisini hava ambassadørarnir sjálvar tikið stig til ein faldara um evnið. Og, sum nevnt, fara tær at luttaka á kvinnukvøldi á Oyrabakka 8. mars, og fara framhaldandi at vitja skúlar kring landið. Til ber at heita á ambassadørarnar at koma og greiða frá til ymisk høvi.

Framhaldsfundir

Krabbameinsfelagið bjóðar javnan ambassadørunum til uppfylgjandi undirvísing og prát um, hvussu tað gongur við átakinum. Hóskvøldið 2.mars hittust ambassadørarnir í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum í Havn. Serfrøðingur í kvinnusjúkum greiddi frá nýggjastu læknafrøðiligu vitanini á økinum, og eisini var framløga um sjálvboðið arbeiði, og hvussu tað best eydnast.

Samband

Fjølmiðlarnir eru vælkomnir at fylgja við átakinum Undurlív og kunnu seta seg í samband við Krabbameinsfelagið á tlf 317959, at frætta meira. Til ber eisini at seta seg í samband við ambassadørarnar sjálvar á Undirlív á Facebook, ella við at ringja til Edith tlf 266243, Daisy tlf 254711, Annettu 222242 og Elina tlf 507664.