Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Undurlív-ambassadørar á Summarfestivalin

5/8/2011

Á summarfestivalinum í Klaksvík um vikuskiftið fara Undurlív-ambassadørar at luttaka og eggja ungum kvinnum at lata seg koppseta ímóti lívmóðurhálskrabbameini, og á henda hátt at bjarga lívum.

Ambassadørarnir eru ungar kvinnur, sum virka fyri átakinum “Undurlív”, sum Krabbameinsfelagið hevur sett í gongd fyri at eggja so nógvum kvinnum, sum til ber, at lata seg koppseta ímóti HPV-virus, sum kann elva til krabbamein í lívmóðurhálsinum.

Tær fara á Summarfestivalinum at tosa við onnur ung um vandan fyri at verða smittaður av HPV og um, hvussu til ber at verja seg ímóti hesum. Eisini fara tær at býta út faldarar um evnið.

Krabbameinsfelagið lýsir eisini í hesum døgum eftir nýggjum ambassadørum í aldrinum 18 og 21 ár. Les meira her