Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Undurlív av bakkastokki

13/9/2010

Ringasta sjúkan er hon, vit kundu sloppið undan. Og lívmóðurhálskrabbamein er júst ein sjúka, sum tað ber til at sleppa undan. Tí hevur Krabbameinsfelagið valt at fara undir kunningarátakið Undurlív, hvørs fremsta endamál er at fáa kvinnur at koppseta seg ímóti HPV-virus.

Ambassadørarnir fyri Undurlív hava verið til tveir upplæringardagar. Her hava tær fingið ymiska vitan, at bera við sær víðari.

Ungu kvinnurnar fara út at hitta onnur ung, og greiða teimum frá um lívmóðurhálskrabbamein og HPV-virus, sum elva til sjúkuna. Og siga frá, hvussu ómetaliga stóran týdning tað hevur, at lata seg koppseta, fara til regluligar kanningar og sum best verja seg ímóti at verða smittað við HPV.

Tað er vanlig fatan, at lívmóðurhálskrabbi bert rakar eldri kvinnur. Men tíverri fáa eisini heilt ungar kvinnur hesa vandamiklu sjúku. Helvtin teirra, sum fáa lívmóðurhálskrabba, eru kvinnur yngri enn 45 ár. Hetta er ofta mammur við børnum.

Tørvandi vitan um møguleikar at fyribyrgja og soleiðis verja seg móti sjúkuni, er ein høvuðsorsøk til at so nógvar kvinnur fáa lívmóðurhálskrabba.

Tað er Malan Egholm, MPH, sum samskipar Undurlív. Meira fæst at vita við at venda sær til Krabbameinsfelagið á telefon 317959.