Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Ungar kvinnur velja fyribyrgjandi undirlívskanning frá

20/2/2023

"Tað er sera umráðandi, at kvinnur lata seg kanna fyri lívmóðurhálskrabba, tí jú fyrr møgulig forstig verða staðfest, jú lættari er at viðgera" sigur Katrin Kallsberg.

Hoyr samrøðuna við Katrin Kallsberg í útvarpssendingini, Góðan morgun Føroyar, 25. januar 2023 her.

Hvørt ár fáa umleið 10 kvinnur í Føroyum staðfest lívmóðurhálskrabba. Hetta er tað slagið av krabbameini hjá kvinnum, sum kemur oftast fyri.

Allar gentur og kvinnur millum 12 og 28 ár kunnu lata seg koppseta ímóti lívmóðurhálskrabba. Men harafturat fáa kvinnur millum 25 og 60 ár boðið fyribyrgjandi kanning ímóti sjúkuni.


Nýggj tøl í Danmark vísa, at av teimum kvinnunum í 20unum, sum fáa boðið at ganga regluliga til fyribyrgjandi kanning, tekur bert helvtin av tilboðnum. Hetta merkir, at møgulig forstig til lívmóðurhálskrabba ikki verða diagnostiserað.


Tað er nógv, sum bendir á, at støðan er tann sama í Føroyum - ein stórur partur av ungum kvinnum tekur ikki av tilboðnum at fara til fyribyrgjandi kanningina hjá kommunulækna.


- Eg havi ikki neyv tøl, men tað er okkurt, sum bendir á, at tað eru samanbærlig tøl, sigur Katrin Kallsberg. Hon vísir á, at tað eru fleiri orsøkir til, at onnur hvør kvinna ikki tekur av tilboðnum at fara til fyribyrgjandi kanning triðja hvørt ár.


- Tað eru fleiri, sum ikki møta upp hjá kommunulæknanum, og tað eru fleiri orsøkir til, hví so er. Her í Føroyum er tað kommunulæknatrot, og ein stórur partur av fólki hevur ikki fastan kommunulækna, so kvinnurnar vita ikki, hvønn tær koma til. Fyri nógvar kvinnur er tað kensluligt at fara til hesa kanningina, sigur Katrin Kallsberg.


At møgulig forstig til lívmóðurhálskrabba ikki verða staðfest, hevur avleiðingar.