Úr Gásadali til Viðareiðis

Poul Johan á Torvlaðnum hevur aftur í ár skipa fyri ultramarton frá Gásadali til Viðareiðis. Ein teinur á heilar 116 km og hann fullførdi túrin uppá 16 tímar og 34 minuttir. 13 fólk teknaðu seg og 9 fullførdu teinin, 4 av teimum í tveimum stigum og 5 fullførdu teinin í einum, hetta sigur nakað um hvussu hart tað er at fara ein tílíkan túr.
Samstundis, sum Poul Johan skipar fyri og sjálvur luttekur, samlar hann eisini pening inn til Krabbameinsfelagið. Sjálvur sigur Poul Johan “eg havi krabbamein tætt at mær og tí gevur tað góða meining at samla pengar inn til ein felagsskap, sum hjálpir fólki við krabbameinssjúku og teirra avvarðandi.” Samlaða upphæddin bleiv kr. 54.550,-.
Poul Johan hevur eisini ætlanir um at royna aðrar og harðari avbjóðingar, og við hansara vilja og dirvi, ivast vit í Krabbameinsfelagnum ikki í, at hann nokk skal eydnast við øllum, ið hann setur sær fyri.
Stóra takk fyri gávuna Poul Johan og allarmest takk fyri at tú setur sjóneykuna á krabbamein og tín dygga stuðul til Krabbameinsfelagið.