Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Útferð til Kalsoyar!

3/9/2010

Av tí at boðað verður frá góðum veðri í vikuskiftinum, nýtir foreldrabólkurin høvið at skipa fyri hesari útferð. Gist verður í Syðradali. Skipað verður fyri ymiskum tiltøkum so sum útferðum, gongutúrum, hugna, grill o.ø.

Endamálið við túrinum er at skapa góðar upplivingar.

Meira fæst at vita um tiltakið við at venda sær til felagið á telefon 317959 ella til Jóa Joensen umboð fyri Foreldrabólkin á tel. 216860.

Foreldrabólkinum er ein stuðulsbólkur undir Krabbameinsfelagnum, og endamálið er at stuðla og fremja áhugamál hjá foreldrum at børnum við krabbameini. Bólkurin skipar eisini fyri tiltøkum fyri børnum, ið hava ella hava havt krabbamein og familjum teirra.