Væleydnað framsýning setti ljós á undirlívskrabba

Tað var maður Marjunar, Jóannes, sum setti framsýningina. Næmingar frá Musikkskúlanum spældu og Aibritt á Plógv, næstformaður í Krabbameinsfelagnum, segði nøkur orð.
Marjun hevur sjálv krabba í undirlívinum, og varð framsýningin eisini nýtt sum høvi at kasta ljós á hesa álvarsomu sjúku, sum tíverri ofta rakar kvinnur í besta aldri. Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum og HPV-ambassadørarnir vóru tí eisini á torginum og upplýstu um krabbamein í undirlívi og møguleikarnir fyri fyribyrging.
Til ber at lesa um Marjuna og síggja úrval úr fjølbroyttu listarverkum hennara á heimasíðuni www.marjunsvaerksted.dk
Vit í Krabbameinsfelagnum eru takksom fyri stuðulin og góða samstarvið við Marjun. Eisini takka vit øllum hinum, sum á ymiskan hátt gjørdu, at tiltakið eydnaðist so væl, umframt SMS fyri høvið at nýta torgið til hetta týdningarmikla átak.




