Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Verkætlan á Argja skúla

13/4/2011

Verkætlanin, ið varð løgd fram í dag, var um krabbamein, hvussu tað at hava krabbamein ávirkar tann einstaka og tey sum vara at.

Hetta var ein ótrúliga væl gjøgnumførd framløga, og eingin ivi er um, at tær hava arbeitt hart og gjørt sær stóran ómak.

Á framløguni gekk alt upp í eina hægri eind, frá tí man kom innar í skúlastovuna. Innkomin í skúlastovuna skuldi man fyristilla sær lívið sum frískur. Alt er vakurt, blómur og firvaldar undir loftinum, gólvið(gøtan) var av gulli. So rakar krabbameinssjúkan og forðingar koma. Hetta var sett upp við fysiskum forðingum sum veggum. Skúlastovan var eisini prýdd við myndum og symbolum, sum høvdu við krabbamein at gera. Sjálvt kaku/fruktborðið hevði heilt ávís symbolir, sum sæst á myndini. Borðið var myndað sum ein sjúkrasong, og hvítu og myrku bommini vóru mynd av frískum og sjúkum kyknum.

Spurningurin til seinast var: Seta vit nóg stóran prís uppá at hava eina góða heilsu, meðan hon er har? Hetta var útfrá niðurstøðuni um, at øll kunnu verða rakt av krabbameini, hóast tað eru fyribyrgjandi ráð til at taka.

Krabbameinsfelagið takkar hjartaliga fyri sera kreativu og upplýsandi framløguna og stóru peningaligu gávuna, sum var handað Onnu Mariu Østerø ráðgeva á felagnum.