Verkætlan móti lívmóðurhálskrabba
5/2/2010

Malan Egholm, MPH er sett at samskipa verkætlanina, sum fer at fevna um ymisk kunnandi átøk á skúlum kring landið.
Ætlanin er, at ungar kvinnur, tað er gentur í tannárunum, koma at virka sum eitt slag av ambassadørum í tí upplýsandi arbeiðinum. Tá fyrireikingarnar til verkætlanina eru komnar uppá pláss, fer Krabbameinsfelagið at lýsa eftir ungum kvinnum kring landið, sum kundu hugsa sær at luttikið í kunningarátøkunum.
Meira fæst at vita við at venda sær til Krabbameinsfelagið á telefon 317959