Vit runnu fyri 25.800
7/12/2010

Oktober mánaði er bróstkrabbamánaðin og endamálið hjá okkum var skaffa pengar til arbeiðið at basa bróstkrabba. Vit vilja, at tær og tey, sum verða rakt av sjúkuni, skulu fáa bestu viðgerð og at upplýsing um sjúkuna, skal vera góð og fyribyrgjandi.
Vit eru tí ernar av at kunna siga, at Kvinna júst hevur handað Bót til Bata 25.800 kr. Hesin peningurin fer beinleiðis til arbeiðið at kanna sjúkutilburðir hjá føroyskum kvinnum. Tað eru føroyskir granskarar, sum standa fyri hesum arbeiði á Landssjúkrahúsinum. Ein hjartans tøkk til tykkum øll, sum stuðlaðu.