Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Vit taka minni sól

30/9/2010

Fyri góðum ári síðani flokkaði heimsheilsufelagsskapurin WHO nýtslu av solarium í sama vandabólk sum millum annað tubbaksroyking og asbest. Seinastu árini hava fleiri lond samtykt at seta aldursmark á 18 ár fyri nýtslu av solarium, meðan fleiri arbeiða við hesum sama. Eisini fitnessstøðir og enntá onkur fitness-keta hava av sínum eintingum tikið avleiðingina av boðskapinum hjá WHO, og bjóða ikki longur sínum brúkarum solariuviðgerð – tí teir meta hetta vera í andsøgn við teirra image um heilsu.

Eins og onnur krabbameinsfeløg mælir føroyska krabbameinsfelagið til 18 ára aldursmark, og at solariu skulu verða mannað, fyri at halda hetta forboð. Hetta tí at tað er prógvað, at nýtsla av solarium økir markant um vandan fyri húðkrabbameini og lívshættisligum móðurmerkjakrabbameini. Húðin verður ávirkað av skaðiligu ultraviolettu strálunum, sum er í sól og solarium. Talið av tilburðum av báðum sløgum hava verið nógv vaksandi seinastu árini – serstakliga millum ungar kvinnur, sum eru tær, ið eru fúsastar at leggja seg undir bláu ljósrørini. At fegnast um í spildurnýggju gallupkanningini er, at bólkurin av teim 15-24 ára gomlu, ið taka sól, er meiri enn hálveraður - úr 47% niður í 21%.

Í kjalarvørrinum av krabbameinsætlanini, sum varð latin landsstýrismanninum fyri knøppum ári síðani, vóru nakrar fáar viðmerkingar frá politikarum um 18 ára aldursmark, tó at eingin tóktist halda hetta hava skund. Í danska fólkatinginum hava floksformenninir meldað greitt sínar hugburðir. Stjórnarflokkarnir og danski fólkaflokkurin taka ikki undir við forboði, meðan Sosialistiski fólkaflokkurin og Sosialdemokratarnir meta, at við greiða samanhanginum millum solarium og húð- og móðurmerkjakrabba, er alneyðugt at verja tey ungu, og at samfelagið sendir eitt greitt signal um vandan – og gjarna við lógarsettum aldursmarki.

Sólstøðir mannast?

Skal aldursmark vera, má støða takast til, hvussu tað skal handhevjast. Flestu sólstøðir í dag eru ómannaðar sjálvtøkur. Tað er sostatt lítið høpi við aldursmarki einsamøllum. Tað svarar til at kunna keypa rúsdrekka og tubbak í sjálvtøkum, sum ikki ber til, júst fyri at verja ung undir 18 ár. Her kann skoytast upp í, at tað verður arbeitt við leisti, har solariunýtarin hevur kort við føðidato á, sum væntast at avmarka nýtsluna hjá ungum undir 18 ár.

Tá nú vandin í mun til krabbamein er flokkaður eins fyri tubbak og solarium av WHO, kann tað tykjast margháttligt, at atgongdin til solarium er púra frí. Føroyskir unglingar kunnu enntá fara í alment riknar svimjihøllir at leggja seg undir solarium – so nakað signal frá myndugleikans síðu er ikki at hóma sum er.

Títtleiki fyri at taka sól

Bera vit saman títtleikan fyri at taka sól, vísir gallupkanningin, at talið av teimum, sum taka sól eina ferð um vikuna er minkað úr 16% í 2007 niður í 4%. Samstundis er talið av teimum, sum taka sól eina ferð aðru hvørja viku er hækkað nakað, og tey, sum taka eina ferð um hálvárið er eisini hækkað. Her kann nevnast, fleiri stórar kanningar hava sligið fast, at ein ella fleiri mánaðarligar vitjandir í solarium økja vandan fyri at fáa móðurmerkjakrabbamein tvær til tríggjar ferðir.

Tilburðir fækkaðir

Samstundis sum solariunýtslan er minkað, eru eisini skrásettir tilburðir av móðurmerkjakrabbameini minkað seinastu trý árini. Kurvan hevur annars verið vaksandi í fleiri ár. Skal hetta gerast ein verulig sólskinssøga, er tó neyðugt við áhaldandi kunning um hvussu vit skilabest njóta sólina og at vit ikki fara í solarium. Eitt lógarsett aldursmark ger tað ikki einsamalt, men tað hevði verið eitt greitt signal bæði til tey ungu og teirra foreldur.

Takið framløgu við øllum hagtølunum niður við at trýsta her.

Brynhild Høgnadóttir, Móðurmerkjabólkurin

Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari Krabbameinsfelagið